Útferð - Tónating í Gulu Smiðju - ung

Kemur tú við? Vit fara á Tónating í Gulu Smiðju.

Bólkar úr Margarinfabrikkini, Húsinum við Ánna, Staðnum, Gulu smiðju, og so spæla okkara egnu ANUA eisini.

Gula Smiðja skrivar soleiðis um tiltakið:

Aftur í ár bjóðar Gula smiðja ungum tónleikarum (13-18 ár) til tónating í Gulu smiðju í Saltangará.
Almenn konsert við bólkum og einstaklingum úr ymiskum ungdómshúsum verður hóskvøldið 23.4 frá kl19.30
Umframt bólkar úr Gulu smiðju, koma bólkar úr Margarinfabrikkini, Húsinum í Klaksvík, Staðnum í Vestmanna og Virkishúsinum við ánna at framføra.
Villiam S. Joensen og Dávur Samuelsen gera ljós og ljóð
Konsertin endar við framførslu við Tunghoyrt, sum vórðu kosnir ársins spíri á FMA 2026

Tað er ókeypis at koma við, men tú mást teknað teg hjá einum av starvsfólkunum í Húsinum í seinasta lagið mikukvøldið 22. apríl kl. 22.00

 

Byrjar:
23.04.2026 - KL. 19:00
Endar:
23.04.2026 - KL. 23:00

Komandi tiltøk

23 apríl
2026
Rørslu- og spældagur
Hósdag er rørsla og spæl á skránni. Kanska vit gera yoga, kanska vit gera just dance ella kanska vit jonglerað ein bólt. Hvør veit, hvat vit í felag kunnu finna uppá, men í øllum førum fara vit at røra okkum og spæla
23 apríl
2026
Útferð - Tónating í Gulu Smiðju - ung
Kemur tú við? Vit fara á Tónating í Gulu Smiðju. Bólkar úr Margarinfabrikkini, Húsinum við Ánna, Staðnum, Gulu smiðju, og so spæla okkara egnu ANUA eisini. Gula Smiðja skrivar soleiðis um tiltakið: Aftur í ár bjóðar Gula smiðja ungum tónleikarum (13-18 ár) til tónating í Gulu smiðju í Saltangará.…
23 apríl
2026
Húsfundur fyri ung
Á húsfundinum tosa vit um, hvussu tað gongur. Vit taka praktisk ting upp og kunnað um komandi tiltøk ella verkætlanir. Eisini hava tit ungu her ein upplagdan møguleika at gera vart við ting, at koma við huskotum o.s.fr.